ZooLac Propaste er eitt tilskotsfóður við høgum innihaldi av probiotika til at fáa javnvág á sodningina og bakteriugróðrinum í maga- og tarmskipanina hjá djórum.
Zoolac Propaste hevur 3 ymiskar ávirkanir á tarmskipanini, har Zoolac Multipaste hevur 5 ávirkanir.
Propaste:
– Bindur vesku í tarmin, so konsistensurin verður fastari
– Bindur skaðiligar bakteriur og teirra giftstoffum, so tær gerast óskaðiligar
– Styðjar tær gagnligu bakteriurnar í tarmfloraini, so tær vinna yvir teimum skaðiligu bakteriunum
Leiðbeining:
Sproytan verður stillað til tí ætlaðu mongdina, og pastaið verður lagt á tunguna hjá djórinum. Verður givið hvønn 6.-8. tíma inntil ætlaða úrslitið verður rokkið.
Doseringsintervallið verður broytt eftir tørvi.
Um tørvur er á tí, verður dupult dosa givin fyrstu ferð.
Um djórið er dehydrerað, verður tilrátt at tosa við djóralækna.
Dosering eftir vekt
0-10 kg: 1 ml
10-25 kg: 2 ml
25-50 kg: 3 ml
50+ kg: 5 ml
Verður goymt við vanligan stovuhita. Má ikki útsetast fyri beinleiðis sólarljósi. Má ikki goymast í køliskápi. Sproytan skal latast aftur tá hon ikki verður brúkt.