Ljósið verður stýrt beinleiðis gjøgnum FluvalSmart Appina á telefonini hjá tær. Appin letur teg stýra ljósblandingina av reyðum, grønum, og Super Bright 6500 K hvítum LED diodum fyri endaleysum litblandingum. Eisini kanst tú seta 24 tíma ljós cyklus á og fleiri ymiskar veðureffektir, soleiðis at tú kanst lættliga skapa náttúrligar umstøður fyri júst tínar fiskar, óansæð hvar frá heiminum teir eru.
Ljósið er framleitt í Týsklandi, hevur trý ára garanti og tí fært tú eina sera góðskugóða vøru fyri pengarnar.