Keypstreytir og kunning

Seljari
Djórahandilin
Óðinshædd 2
FO-100 Tórshavn
Føroyar

Handil
Postboks 1459
100 Tórshavn
V-tal 659274
Teldupostur: [email protected]
Telefon: 202222

Prísir
Allir prísir eru íroknað MVG.
Afturat prísinum kann kostnaður fyri vørusending verða lagurdu roman á (vanliga DKK 50.-) fyri vørusending við Posta lagt afturat, hvis vørusending ynskist. Sí niðanfyri.

Tilboð
Møgulig tilboð á Djor.FO eru serliga frámerkt um hvussu tey eru galdandi. Herundir antin so leingi vøran er á lagur hjá okkum, ella sum serlig vikutilboð har til-og-frá dato og tíðspunkt verða ásett og upplýst.

Gjalding
Bíløgd vøra skal gjaldast umvegis gjaldsskipanina ella umvegis bankaflyting. Eisini kann gjaldast kontant um mann ynskir at avheinta vøruna á okkara lagri.
Gjaldast kann við hesum gjaldskortum:
Dankort, Visakort og Mastercard
Keypsupphæddin verður ikki trekt av gjaldskorti tínum fyrr enn vøran antin verður avheintað á lagri okkara, ella tá hon verður send avstað við Posta.
Gjaldingin fer fram gjøgnum Nets/Teller og Bambora. Hetta eru viðurkendar og tryggar gjaldsskipanir. Vit goyma ongantíð nakrar av tínum gjaldsupplýsingum.

Levering
Bílgød vøra kann heintast á lagri okkara á Óðinshædd 2, 100 Tórshavn, ella verður hon send heim til tína hurð við hurð-til-hurð koyritænastuni hjá Posta.
Leveringstíðin er tá vanliga ein gerandisdag, sum merkir, at tú væntandi móttekur vørusendingina seinnapartin dagin eftir at tú hevur bílagt vøruna (gerandisdagar).
Men tað kann eisini ganga upp til 2-3 dagar, alt eftir hvar í landinum bíleggingin skal sendast. Serliga har sum tað ikki er landfast við meginøkið.
Posta koyrir ikki vørubíleggingar út leygardag, sunnudag og halgidagar.
Kostnaður fyri vørusendingina við Posta er vanliga DKK 50.- Hesin kostnaður verður lagdur afturat vørukostnaðinum.

Kostnaður fyri levering
Tað kostar einki, um tú velur at heinta vøruna í handlinum á Óðinshædd 2, 100 Tórshavn.
Kostnaðurin fyri levering við hurð-tilhurð koyritænastuni hjá Posta er 50 krónur. Kostnaðurin verður lagdur afturat kostnaðinum fyri bíløgdu vørurnar. Er talan um størri vørusendingar, so sum stór akvarium og uttandura búr v.m. kann kostnaðurin fyri vørusendingina við koyritænastuni hjá Posta gerast hægri.

Tá partur av bílegging tíni ikki er á lagur
Um partur av bílegging tíni ikki er á lagur hjá okkum, seta vit okkum í samband við teg og siga frá, nær øll bíleggingin væntast at vera á lagur. Hareftir kanst tú velja um tú ynskir 1) at fáa bíleggingin avleveraða í einum ella fleiri vørusendingum, ella 2) um tú bert ynskir at gjøgnumføra ein part av bíleggingini, ella 3) um tú ynskir at strika alla bíleggingina sum hon er.

Gevi gætur
Vit trekkja ongantíð nakra keypsupphædd av gjaldskorti tínum fyrr enn vøran er klár at avheintað á lagrinum hjá okkum, ella tá hon verður send til tín við Posta, sambært avtalu.

Vøra sum greitt ikki er á lagur
Um tað framgongur í webshopini, at tann vøran ella støddin sum tú ynskir, ikki er á lagur hjá okkum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum umvegis teldupost ([email protected]), og spyrja nær júst tann vøran kann væntast at vera á lagur hjá okkum og harvið tøk til bílegging.

Iðranarrættur
Iðranarrætturin hjá djor.fo (SP/F HFG) er sambært vegleiðingunum frá danska Forbrugerombudsmanden.
Kundar hjá DJOR.FO (SP/F HFG) hava 14 daga iðranarrrætt, fyri vøru sum er bíløgd og keypt á djor.fo. Iðranarrætturin er galdandi frá tí degi, tá mann hevur fingið vøruna í hendi.
Kundin hevur soleiðis 14 dagar at boða frá brúki av iðranarrættinum, og síðani haraftaná 14 dagar at venda vøruna retur til DJOR.FO (SP/F HFG).
Sum útgangspunkt skal vøran sendast aftur til DJOR.FO (SP/F HFG) í sama standi, sum hon var í, tá kundin fekk vøruna.
Fyri at unganga, at mann skal gjalda fyri eina virðisminking, kann mann sum tummilfingurreglu brúka tí meginreglu, at tað í øllum førum er loyvi til at kanna og royna vøruna heima hjá sær sjálvum, á sama hátt sum í einum vanligum fysiskum handli.
Kundin skal sjálvur rinda fyri at senda vøruna aftur til DJOR.FO (SP/F HFG) tá iðranarrætturin verður brúktur.
Vøran skal sendast ella latast til:
Djórahandilin
Óðinshædd 2
100 Tórshavn
Tá Djórahandilin hevur móttikið vøruna, ger felagið bankaflyting, áljóðandi alla keypsupphæddina aftur til keypara. Kontonummar má soleiðis eisini upplýsast. Tó, hvis tað greitt framgongur, at vøran er brúkt, tá iðranarrætturin verður fráboðaður og vøran aftursend til okkara, verður iðranarætturin antin sýttur ella verður upphædd fyri virðisminking trekt frá tí upphædd sum verður flutt aftur til kundan.

Brek við vøru
Um kundi hjá DJOR.FO(SP/F HFG) leggur til merkis, at tað er brek við vøruni, skal hetta boðast frá til DJOR.FO (SP/F HFG) skjótast møguligt eftir at brekið er lagt til merkis.
Allar tílíkar fráboðanir verða handfarnar sambært tí í Føroyum galdandi keypilóg.
Kundin skal tá seta seg í samband við DJOR.FO (SP/F HFG) umvegis teldupost og greiða frá brekinum. Best er um kundin eisini sendir myndir av brekinum.
Verður brekið staðfest av Djórahandlinum (SP/F HFG), fær kundin sum oftast eina nýggja vøru av sama slag. Um vøra av sama slag ikki skaffast longur, verður kundanum bjóða at fáa líknandi vøru, ella ein avsláttur í prísinum og so varveita uppruna vøruna. Ynskir kundin ikki at fáa líknandi vøru ella at fáa ein avsláttur í keypsprísinum og so varveita uppuna vøruna, stendur honum í boði, at lata keypið ganga aftur.
Um kundin ynskir at fáa aðra vøru, ella at lata keypi ganga aftur, hevur kundin skyldu at lata uppruna vøruna aftur til DJOR.FO (SP/F HFG).
Aftaná 2 ár kann kundin ikki longur fráboða brek við vøruni.

Klaga
Klaga um DJOR.FO (SP/F HFG) kann, fyri privatar brúkarar, gerast til Brúkaraumboðið í Føroyum.

Trygd & persónligir upplýsningar
Fyri at keypa á DJOR.FO er neyðugt at geva okkum persónligar upplýsingar, so sum navn, bústað, teldupostadressu, telefonnummar. SP/F HFG verjir persónligu upplýsingarnar, sum vit fáa frá tær. Upplýsingarnir verða brúktir til at avgreiða títt keyp, og einki annað! Upplýsingarnir verða ikki brúktir í sambandi við marknaðarføring!

Cookies
Tað er ein tøknilig fyritreyt, um keypast skal um telduna, at ávísar upplýsingar verða goymdir á tíni teldu. Hetta verður nevnt ”cookie”. Tað vil siga, at síðan kennir teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna aftur.
Trupuleikar við websíðuni
Websíðan og webshoppin er framleidd við browsaranum Mozilla Firefox. Um tú evt. hevur trupuleikar við websíðini ella webshopini við ørðum browsarum, t.d. Internet Explorer, mæla vit til at tú roynir ein annan browsara, herundir serliga Mozilla Firefox.

Online-gjalding
Gjaldast kann beinleiðis við gjaldskortum: Dankort, VISA og Mastercard, ein og umvegis bankaflyting. Gjalding umvegis gjaldskort verður framd gjøgnum Nets/Teller og Bambora skipaninar. Hetta er viðurkendar og tryggar gjaldsskipanir. Vit goyma ongantíð nakrar av tín gjaldsupplýsingum, og keypsupphæddin verður ongantíð trekt av tínum gjaldskori fyrr enn vøran antin verður avheinta á lagri okkara ella tá vøran verður send við Posta.